Dansibandsfestivalurin: Prísurin hækkar 1. jan. 2020

Prísurin á vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin 2020 hækkar 1. januar 2020, so um tú ætlar at fáa eitt framúr vikuskifti í Vági fyri ein óvanliga góðan prís, so er at keypa áðrenn 1. januar 2020.

Fram til og við 31. des. 2019 kosta vikuskiftispassini 850 kr. (+ 20 kr. í avgjaldi). Íroknað í prísinum er:

Fríggjakvøld
Syngið við
Dansur

Leygardag
Gongurtúrur við ferðaleiðara
Brunsh
Dansibandsgudstænast
Grillkvøld
Dansur leygarkvøldið

Keypið vikuskiftispass á leinkjuni niðanfyri !

Facebook viðmerkingar