Articon skal gera nýggja bátahylin í Hvalba

Undan jólum undirskrivaðu Articon og Hvalbiar kommuna avtalu, sum inniber, at Articon kemur at gera nýggja bátahylin í Hvalba.

Nýggi bátahylurin verður gjørdur millum ídnaðar havnarlagið á Hamranesi og bátahylin á Bíargarði.

Hvalbiar Kommuna fekk 3 tilboð inn uppá at gera bátahyl og hevði Articon lægsta boðið uppá góðar 3,8 mill. krónur. Harumframt koma bátabrúgvar og annað so ein samlaður kostnaður fyri alla verkætlanina er uppá góðar 7,3 mill krónur.

Grótið til at gera bátahylin av kemur í stóran mun úr nýggja Hvalbiar tunlinum og úr grótbrotinum hjá kommununi.

Arbeiði at gera bátahylin byrjar í vár og eftir ætlan er verkætlanin liðug seint á sumri 2020.

Facebook viðmerkingar