Árliga “Pílagrímsferðin” niðan á Oyrnafjall aftur í ár

Nýggjárið er í hondum og, sum siðvenja er, so verður nógv gjørt burturúr á Tvøroyri. Lagt verður fyri við morgunmati á Seglloftinum, týsdagin 31. desember kl. 10:00 og úteftir. Tað er nýggjársnevndin og Brekkucatering, ið standa fyri morgunmatinum. Øll eru hjartaliga vælkomin at fáa sær ein morgunmat og eitt gott nýggjársprát – tiltakið er ókeypis.

Kl. 14:00 er so árliga “pílagrímsferðin” niðan á Oyrnafjall á skránni. Fólk hittast inni við verkstaðin hjá Simo, við Gamlansá, og farið verður avstað stundisliga. Heitt verður á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og um tey hava eina lykt við til omantúrin, so er tað ikki verri. Komin oman, bjóða fyrireikararnir heita suppu, ið Heri og Dagmar Højsted hava staðið fyri. Túrurin er sera væl umtóktur – tá flest hava verið við, hevur luttakaratalið verð tætt við 200, men veðrið kann sjálvandi ávirka luttakaratalið.

Tá vit nærkast midnátt, er so stóra finalan í Trongisvági á skránni, tá bál og fýrverk verður. Tey, ið hava hug til at taka lut í kyndlagonguni, møta upp inni í Oldurdalinum í seinasta lagi kl. 23:30. Bálið, ið verður beint við innkoyringina til ítróttarhøllina, á Smærugøtu, verður tendrað kl. 00:00, tá fýrverkið eisini verður skotið.

Eftir bálið eru øll vælkomin inn í skúlahøllina, har boðið verður til langbreyð og sjampanju.

Myndina tók Lív Næs

Facebook viðmerkingar