Goymið ikki gamalt fýrverk – tað kann kykna av sær sjálvum!
Av trygdarávum vil IRF mæla fólki frá at goyma fýrverk til næsta nýggjár. Betri er, um tað verður burturbeint á rættan hátt.
Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.
Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.
Hvussu skal fýrverk burturbeinast?
Fýrverk kann latast í reyða posan hjá IRF. Les meira um reyða posan her.
Fýrverk kann eisini verða latið inn til eitt mannað endurnýtslupláss. Finn títt pláss og upplatingartíðir her.
Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Sum dømi kann nevnast, at eldur kom í ein ruskbil hjá IRF júst av hesi orsøk.
Við størri nøgdum av fýrverki til burturbeiningar, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.
Facebook viðmerkingar