40 fólk uppsøgd hjá Bakkafrost í Vági

Fríggjadagin fingu umleið 40 fólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági uppsagnarbræv heim, tá tey fóru í vikuskifti.

Í uppsagnarbrævinum stóð, at fólkini vóru uppsøgd við 7 daga freist til tann 21. Januar, ella so longi laksur var at arbeiða. Í skrivinum stóð eisini, at onki virksemi bleiv á kryvivirkinum í Vági aftur fyrr enn í summar.

Starvsfólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost, sum Suðuroyarportalurin hevur tosað við, siga seg verða ómetaliga kedd um støðuna, Tey vóru vitandi um, at ein steðgur á eini 2 mánaðir fór at verða í vár, men at steðguri fór at verða í eitt hálvt ár, kemur sum ein skelkur fyri starvfólkini.

Bakkafrost hevur jú havt nógvan laks á Hovsfirði, sum vit skuldu framleiða her í Vági, men seinastu vikurnar hevur Hans á Bakka verið á Hovsfirði eftir laksi, sum er fluttur norðureftir til virkingar, greiða starvsfólk frá.

Facebook viðmerkingar