Nú enn eitt álop kom á Heilsuskúlan, fari eg at rósa Jenisi av Rana fyri at verja staðsetingina í Suðuroynni og feia av borðinum ætlanirnar hjá Bergunn, Anniku og ALS um at taka grundarlagið undan einum av best virkandi skúlunum í Føroyum.
Jú hetta er aftur tann tíðin á árinum, har Bergunn Kass, saman við samgonguni í Tórshavnar kommunu og Arbeiðsloysisskipanini, leggur ætlanir um at niðurlaga Heilsuskúla Føroya. Nú arbeiðsloysið er met lágt, virkar tað sum um, at ALS ikki veit hvat tey skulu finna uppá. Tí royna tey enn einaferð at átaka sær undirvísingar uppgávu landsins. Haldið fingrarnar burtur!
Arbeiðsloysið er eksploderað í Suðuroynni, tí Bakkafrost hevur sagt upp 40 starvsfólkum. Tey megna ikki at tryggja tað støðuga arbeiðið á kryvjivirkinum í Vági, sum ætlanin varð, fyri at fáa einkarætt til allar firðirnar i Suðuroy.
Tað førir meg til at brúka somu sjónarmið. Lat okkum fáa flutt Arbeiðsloysisskipanina suður sum skjótast. Tað gevur onga meining, at ALS er staðsett í miðstaðarøkinum, har sum onki arbeiðsloysi er.
Til Danmarkar í lagi men ikki til Suðuroyar
Í nógv ár eru føroyingar farnir av landinum fyri at nema sær útbúgving, og hevur tað verið ein stór avbjóðing, at vit hava verið noydd at senda okkara ungu fólk av landinum. Tí hava vit politiskt raðfest útbúgvingarøkið sera høgt, og eru tað nú met nógv fólk, sum lesa í Føroyum.
Síðan aldarskiftið hevur virksemi verið á Heilsuskúla Føroya, og hevur hesin skúli ment seg til at vera ein viðurkendur og sera væl skipaður heilsuskúli í Norðurlondum. Og nú kemur tað farliga – hann liggur í Suðuroynni.
Har fólk fyrr vóru noydd av landinum fyri at taka útbúgving, eru tey nú noydd til at fara til Suðuroyar nakrar mánaðir í árinum fyri at gerast heilsuhjálparar ella heilsurøktarar. Hvussu nógvir suðuroyingar hava ikki verið noyddir at flyta til Havnar ella av landinum at ganga í skúla part av lívinum?
At Heilsuskúli Føroya liggur í Suðuroynni ger tað ikki bara lættari hjá suðuroyingum at taka hesa útbúgving. Tað skapar eisini arbeiðspláss, lív og trivnað í oynni, júst sum útbúgvingarstovnar gera aðrastaðni í Føroyum. Og nógvir norðingar hava góð minni við sær frá skúlatíðini í Suðuroy.
Tí órógvar tað, tá ávísir politikarar og stovnar ferð eftir ferð leggja ætlanir um at taka grundarlagið undan virksemi skúlans. Hesi fólk verða ikki nøgd fyrr enn allar útbúgvingar liggja í miðstaðarøkinum. Og tí fegnist eg um, at Jenis av Rana, landsstýrismaður á økinum, ongar ætlanir hevur um at ganga hesum niðurbrótandi ynskjum á møti.
Eg fari at halda fram við at berja niður álopini á Heilsuskúla Føroya, og eg fari ongantíð at góðtaka, at grundarlagið verður tikið undan Heilsuskúlanum í Suðuroy.
Bjarni Hammer,
tingmaður fyri Javnaðarflokkin
Facebook viðmerkingar