Arnfinn Bjarkhamar
Helst hevur tað skapt bæði spenning og kanska nakað av ótta í Vági, tá ið tað frættist, at eitt hálvt tangaskip við nógvum monnum umborð fleyt út fyri fjørðinum. Hetta var í hægstu krígstíð, og neyvan hevur tað verði lætt at veitt innivist og at matgerða so nógvum fremmandum sjómonnum.
Vardefjell var eitt av norsku tangaskipum, sum sigldi “konvoi” undir Seinna heimsbardaga. Skipið varð smíðað í 1940, og lastaði umleið 13.000 tons brutto, men sigldi bert umleið 10 míl.
11. desembur 1942 varð siglt úr Clyde River í Skotland við kós móti Norðuramerika. Um kvøldið 13.desembur hoyrdist ein øgiligur brestur umborð á Vardefjell og manningin helt, at skipið var “torpedera”. Skipið fór tá av um tvøran, framskipið og stýrhúsið loysnaði frá afturskipinum og hvurvu.
Ikki fyrrenn eftir at sjófrágreiðing varð hildin í Vági kom fram, at tað var veðrið sum gjørdi, at Vardefjell fór í tvey. Vardefjell sigldi aftast í skipafylginum og einki av hinum skipunum í fylginum royndu at koma til hjálpar. Òttin fyri týskum kavbátum var so stórur, at undir sovorðnum umstøðum mátti hvør sæta sær.
Roynt var at seta tveir bjargingarbátar út, men báðir fóru í knús móti skipssíðuni. Tá druknaðu nakrir av manningini, tó eydnaðist tað tveimum teirra at klatra upp eftir hjálparnetinum, ið hekk við skips-síðuna og bjargaðu sostatt lívinum.
12 av manningini vóru staddir har frammi í skipinum, og millum teir var kapteynurin, Niels-Ambjørn Ambjørnsen og allir yvirmenninir, bæði teir á brúnni og maskinuni. Teir hvurvu saman við framskipinum.
Hinir 29 menninir, ið vóru har aftari á skipinum bjargaðust allir. Eftir at Vardefjell var farið í tvey, gjørdist manningin var við, at skottið aftanfyri har skipið var farið um tvøran, var tætt, so har kom eingin sjógvur inn.
Vardefjell kundi “manøvra” varisliga, tó bert við at bakka. Eingin av monnunum, sum eftir vóru umborð dugdu siglingarfrøði, tí bakkaðu teir sama veg, sum teir høvdu siglt. Á henda hátt hildu teir, at teir kundu bakka aftur til Skotlands. Í tveimum førum flugu ensk flogfør uppi yvir Vardefjell, men hjálp kom eingin.
Við at vísa framúr góðan sjómansskap, eydnaðist tað at bakka til land var í eygsjón. 11 tímar seinni á middegi sjálvan jólaaftan 1942 sóu teir land og ikki fyrr enn útróðrarbátar løgdu at borði á Vardefjell, varð manningin greið yvir, at teir vóru komnir inn móti Suðuroynni, móti Vágsfirði .
Har komu nøkur skip til hjálpar, har ímillum vóru tveir deksbátar, Sjófrúgvin og Nólsoyar Páll, og teir fluttu allar 29 menninir til Vágs. Formaður á Sjófrúnni var Torvald Hjelm og á Nólsoyar Pálli Tummas Nielsen, Tummas hjá Ingu.
Havi frætt at eigararnir av hesum báðum deksbátum, Dias Godtfred og Løðhamar, seinni fingu heiðursgávu frá reiðarínum sum tøkk fyri at bjarga manningini. Teir ið áttu Vardefjell vóru Olsen & Ugelstad/Kristiania, Oslo
Umborð á Vardefjell var eisini ein tík, Roxy. Hon varð verandi eftir í Vági eftir at skipið var farið til Skotlands og kom at hald til úti hjá Napoleon Mortensen, Bassanum. Fyrst í hálvtrýssinum kom Roxy undir ein bil og doyði.
Rokaligt hevur tað verið at fingið 29 fremmandar sjómenn á gátt sjálvan jólaaftan, men gestablídni hevur neyvan mangla. Eftir at hava gist í Vági í 3/4 dagar, fór manningin til Havnar og síðani aftur til Skotlands, har allir hildu fram at sigla.
Vardefjord fór síðani til Kirkwall, seinni til Sunderland har skipið varð endurskapað í sama líkið sum áður. Longu í 1944 sigldi Vardefjell aftur og var nýtt sum hjálparskip í krígnum.
Vardefjell sigldi heilt fram til 1960, tá ið tað var selt til Jugoslavia og høgt upp.
Facebook viðmerkingar