Mánadagin byrjaði várskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Og eins og undanfarin á, so er áhugin fyri at sleppa á Ítróttaháskúla sera stórur. Tilsamans 43 næmingar byrjaðu á várskeiðnum og í dag fóru tey intro-túr, har gingið varð úr Akrabergi til Lopra.
Frá byrjan hevur Ítróttaháskúlin hava áhugað uttanlands og hava tað ár um ár verið næmingar úr øðrum londum. Á várskeiðinum eru 14 av teimum 43 næmingunum danir; og fara tey 43 komandi 20 vikurnar at fáa upplivingar fyri lívið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Facebook viðmerkingar