Tíverri hevur illveður verið ein stór avbjóðing fyri sjókaðlarnar til Suðuroyar. Eitt brek kom á sambandið millum Hvalba og Miðvág í seinastu viku og av tí, at kaðalin millum Víkarbyrgi og Skálavík hevur havt brek síðan síðst í juni 2019, er sambandið til Suðuroyar í løtuni yvir radiosamband.
Tá kaðalin í Víkarbyrgi seinast fekk brek, varð avgerð tikin um at flyta hendan endan av kaðalinum til annað stað á vestaru síðuni av Suðuroynni. Nýggja staðið, sum vit hava valt til lendingina, er Tjaldavík tætt við Øravík, tí mett verður, at hettar er betri hóskandi pláss, greiður Páll H. Vesturbú, stjóri í NET frá.
Øll neyðug loyvi eru fingin í mun til at leggja kaðalin inn, og avtala gjørd við Vørn um at fáa vaktar- og bjargingarskipið Brimil at umleggja kaðalin skjótast til ber.
Neyðugt er at streymlíkindi og veður er gott tá ið arbeiðið verður gjørt, og tíverri hava líkindini ikki verið nóg góð seinastu tíðina. Fyrst í februar verða góð streymlíkindi til at gera arbeiði, og vónandi verða líkindini annars nøktandi soleiðis, at umleggingin kann gerast tá.
Kapasiteturin á radiosambandinum er nøktandi fyri verðandi nýtslu á breiðbandinum, men strembað verður sjálvsagt eftir at fáa bæði sjókaðalsambondini at rigga aftur skjótast tilber. Vónandi kann umleggingin gerast næstu ferð góð líkindi eru, og arbeitt verður samstundis við at meta um skaðan á hinum kaðalinum, og hvat krevst fyri at fáa hann saman aftur, sigur Páll H. Vesturbú.
Facebook viðmerkingar