Gott lag og nógvir mans til venjing

Fyri góðum tveimum vikum síðani byrjaðu fyrireikingarnar til fótbóltskappingarárið undir leiðslu av Palla Augustinussen.

Fyrireikingarnar ganga væl og nógvir mans eru til venjing og lagið er gott, sigur Palli Augustinussen. Tað hava verið í minsta lagi 18 mans til venjing hvørja ferð, summar dagar uppí 24 mans, so tað er framúr gott – og enn manglar onkur einkultur, sigur Palli.

Vit hava ikki vant á Eiðinum enn, tí veðrið hevur verið so vánaligt í januar, men hetta hevur tó ikki darvað venjingin, tí vant hevur verið í góðu umstøðunum í Marghøllini, sigur Palli

Vit byrja at spæla venjingardystir 8 feb., leggur Palli afturat at enda.

Kelda: www.fcsuduroy.com

Facebook viðmerkingar