Vit skulu hava eitt rættvísari býti av virðunum í samfelagnum. Ikki bara millum inntøkubólkar men eisini millum økir í landinum, heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein fyrispurning um kommunala útjavnan.
Summar kommunur hava stórar kvotur knýttar at økinum. Aðrar hava so at siga alla av- og áskipan av farmi. Summar hava borgarar, sum hava høgar inntøkur, og fleiri fyritøkur við nógvum virksemi. Aðrar hava nógvar pensjónistar og fleiri útisiglarar.
- At tað er munur á, hvussu økini í landinum eru fyri fíggjarliga, er ein sannroynd. Hetta er eisini komið til sjóndar í sambandi við, at eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar. Meðan summar kommunur ella kommunueindir megnaðu at lofta uppgávuni, hava aðrar havt tørv á serskipanum fyri at fáa viðurskiftini at hanga saman fíggjarliga. Tænastustøðið verður tí nógv tangt at missjøvnu inntøkunum kommunurnar hava, sigur Jóhannis Joensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og leggur afturat, at útgangstøðið tó eigur at sammetast í mun til sama inntøkuskattaprosent.
Jóhannis Joensen heldur, at ístaðin fyri at gera fleiri ósamanhangandi serskipanir fyri tær kommunur, sum ikki megna at lofta ávísum uppgávum fíggjarliga, eiga vit at gera eina kommunala útjavningarskipan, sum tekur hædd fyri teimum viðurskiftum, sum serliga gera seg galdandi her á landi.
- Serliga stórur munur sæst á kommununum, sum hava reiðarí í økinum, sum hava stórar kvotur og harvið stórar inntøkur atknýttar. Við nýggjastu broytingunum í fiskivinnuni, verður fiskivinnan savnað á heilt fáum hondum í fleiri ár framyvir, og tí er tíðin komin til, at vit aftur taka hetta málið upp til viðgerðar, heldur Jóhannis Joensen og leggur afturat:
- Soleiðis vildu vit til eina og hvørja tíð tryggjað okkum, at einki øki í landinum dragnar afturúr í menningini her á landi, og at virðini verða býtt javnari millum fólkið. Bý og bygdarráð vilja tó altíð sita við raðfestingarrættinum í økjunum, men við eini útjavning er inntøkugrundarlagið rættvísiari kring landið, sigur hann.
Føroyar eru einasta land í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan. Nú skal Jørgen Niclasen svara javnaðartingmanninum, um hann heldur tað vera skilagott at seta eina tílíka skipan í verk her heima. Eisini skal hann svara, um hann ætlar at gera eina serføroyska skipan, og um hann heldur, at ávísar treytir eiga at fylgja við eini slíkari útjavningarskipan. Fyrispurningurin skal svarast innan 10 yrkadagar.
Facebook viðmerkingar