Heimasíðan hjá Landsverki er nú dagførd og tillagað soleiðis, at hon er enn meira brúkaravinarlig á fartelefonini. Hetta ber í sær, at tørvur ikki longur er á Landsverk appini í App Store og GooglePlay. Mælt verður ístaðin til at brúka heimasíðuna hjá Landsverki.
Tørvur er ikki longur á Landsverk appini, nú heimasíðan hjá Landsverki er dagførd og tillagað soleiðis, at hon er enn meira brúkaravinarlig í fartelefonum enn áður.
Dagføringin letur harafturat upp fyri, at Landsverk nógv lættari og skjótari fær ment nýggjar tænastur til borgaran. Afturat hesum er rakstrartrygdin av heimasíðuni eisini betur.
Á heimasíðuni hjá Landsverki sær borgarin í dag veðrið kring alt landið. Eisini eru ávaringar um hálku og vind, tá tað slagið av veðri spælir okkum eitt puss, og so fær borgarin somuleiðis eina veðurforsøgn 24 tímar fram. Sum nakað nýtt sæst eitt samlað yvirlit yvir veðrið og veðurforsøgnina, umframt at til ber at síggja vevmyndir frá útvaldum veðurstøðum. Tú kanst eisini velja tær eina ella fleiri veðurstøðir, sum tú hevur mest brúk fyri at síggja.
Við hesi dagføring verður strembað eftir, at Landsverk lættari kann stýra, reka og menna nýggjar tænastur. Sum borgari fert tú at uppliva, at upplýsingar frá Landsverki um veðrið og koyrilíkindini og annað altíð eru dagførdir, umframt at nýggjar, viðkomandi tænastur leggjast afturat.
Facebook viðmerkingar