Starvið sum bókavørður á Fuglafjarðar Bókasavni verður hervið lýst leyst at seta 1. februar 2018, ella skjótast til ber.
STARVIÐ
Tú kemur í starvinum at hava leiðsluna av Bókasavninum, har tú kemur at arbeiða við øllum vanligum bókavarðararbeiði, í tøttum samstarvi við Kunningar- stovuna í Fuglafirði, sum heldur til í sama húsi sum bókasavnið.
FØRLEIKAKRØV
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, men um so verður, at eingin umsøkjari er til starvið við hesi útbúgving, so kann annar umsøkjari verða settur í 1 ára tíðaravmarkað starv.
Tú mást duga væl at umgangast fólk, somuleiðis sum tú skalt duga væl at orða teg, bæði munnliga og skrivliga, og hava teldukunnleika.
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fært møguleika at menna bókasavnið.
SETANARTREYTIR
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
HEVUR TÚ ÁHUGA
So ert tú vælkomin at senda skrivliga um- sókn, saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar býráð, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. januar 2018 kl. 12.00.
NÆRRI UPPLÝSINGAR
Fáast við at venda sær til Rønn Eliasen, mentanarleiðara, tel. 238014, ella til Jákup Frants Larsen, kommunustjóra, tel. 238002.
Fuglafjarðar kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella onga at taka.
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA
www.fuglafjordur.fo
Facebook viðmerkingar