Tórsdagin 14. desember verður hátíðarløta í Trongisvági.
Spakin verður settur í til nýggja barnagarðin, ið Brim Arkitektar hava staðið fyri at tekna.
Við nýggja og nútímansgjørda barnagarðinum, tekur Tvøroyrar Kommuna eitt stórt fet víðari í menningini av býnum. Verandi, og komandi borgarar, fáa ein nýggjan stovn til børnini og ansingartørvurin verður nøktaður nógv ár fram í tíðina.
Dagurin verður sjálvandi hátíðarhildin og øll eru vælkomin framvið í Trongisvági, frá kl. 13:00.
Tað boðar Tvøroyrar Kommuna frá í morgun.
Facebook viðmerkingar