Samgongan miðsavnar sjúkrahúsini

Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hví samgongan velur at miðsavna umsitingina av játtanunum til sjúkrahúsini í Havn. Í §52 fyrispurningi spyr Bjarni Hammer, um talan yvirhøvur er um lógligt virksemi.

Í sambandi við bygnaðarbroytingarnar av sjúkrahúsverkinum samtykti Løgtingið, at hvørt sjúkrahús hevði egna játtan og sjálvstøðuga stjórn. Nú eru boð komin frá Heilsumálaráðnum um, at umsitingin av játtanunum til tey trý sjúkrahúsini skal vera miðsavnað undir stjóranum á Landssjúkrahúsinum. 

Tí hevur Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, sett landsstýrismanninum við heilsumálum ein fyrispurning. Bjarni Hammer vil hava landsstýrismannin at greiða frá avgerðini og melda út, um talan er um lógligt virksemi.

  • Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús hava higartil umsitið játtanirnar til sjúkrahúsini við stórum skynsemi og hava nærum altíð hildið sínar játtanir. Tað kann ikki sigast um Landssjúkrahúsið. Tí undrar tað eisini, at samgongan hevur tørv á at miðsavna umsitingina, sigur Bjarni Hammer og leggur spyrjandi afturat: 
  • Hví skal Landssjúkrahúsið nú avgera og góðkenna, hvat játtanin á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi skal brúkast til? Er hetta byrjanin til at flyta játtanina í stóra pottin á Landssjúkrahúsinum? Er niðurlagingin av teimum “smáu” sjúkrahúsinum byrjað? Hetta eru spurningar, sum stinga seg upp. Og tí verður hesin fyrispurningurin settur, vísir Bjarni Hammer á í viðmerkingunum.

Facebook viðmerkingar