Í skrivi til álitisfólkini á Landssjúkrahúsinum tann 14. februar, sigur tú, at tú ert noktaður at vitja tínir limir á LS, tí at tú í ár hevur ein mótkandidat (undirritaða), sum starvast á LS. Víðari sigur tú, at hetta heldur tú vera undarligt og ófrættakent, serliga tí at mótkandidaturin (undirritaði) hevur fría atgongd til LS, hetta heldur tú er óalmindiliga órættvíst. Hetta skriv heitir tú á álitisfólkini um at senda víðari til limirnar, sum tey umboða.
Stutt eftir henda teldupost, sum tú sendi til álitisfólkini, kom ein teldupostur afturat, har tú rættar teg sjálvan og sigur, at rætt skal vera rætt, at tú fekst bjóða Veitsluhøllina eftir kl. 16:00.
Fyri tað fyrsta, er tað ikki óvanligt, at arbeiðspláss ynskja, at fundir verða hildnir eftir vanliga arbeiðstíð, so at starvsfólkið fær arbeiðsfrið. Tú fekk bjóða Veitsluhøllina frá kl. 16:00.
Fyri tað næsta haldi eg ikki, at tað sømir seg, at brúka meg og mítt góða arbeiðspláss í tínum skitna spæli. Hetta er ikki rætt og ikki rímiligt, og slett ikki sakligt Súni. Eg havi eitt arbeiði, har eg í gerandisdegnum komi í samband við sera nógv fólk, og tað skal eg ikki lastast fyri. Mítt arbeiðsumráði er Landssjúkrahúsið. Eg kundi líka so væl starvast hjá t.d. KVF. Skuldi eg so hoyrt fyri tað? Tú hevur allar fyrimunir og allar møguleikar fyri at vitja stovnar og arbeiðspláss fleiri ferðir um árið, og tosa við hvønn lim og hvørt álitisfólk, um tú vilt tað.
Eg vil heita á teg, sum fakfelagsformann og samráðingarleiðara, um at vera erligan og sakligan, og ikki ganga runt á teimum ymisku stovnunum og fortelja, at tú ert noktaður at vitja tínar limir á Landssjúkrahúsinum, tí at tú hevur ein mótkandidat (undirritaða), sum stillar upp í móti tær. Tað er beinleiðis lygn. Hetta sømir seg ikki.
Latið heldur okkum báðar ganga á odda fyri sáttmálanum: trivnaði, samanhaldi og styrki. Og latið okkum taka kjakið á rætta stað!
Vinarliga
Gunnar Hjelm, formansvalevni
Facebook viðmerkingar