Í gjár vitjaði nýggi leiðarin á Føroya Eftirskúla, Pól Arni Holm, Tvøroyrar kommunu. Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevði boðið honum á gátt, fyri at ynskja honum til lukku og góða eydnu við nýggja, spennandi starvinum.
Borgarstjórin nýtti eisini høvið til at tosa um týdningin av Eftirskúlanum fyri føroyska ungdómin, um framtíðarútlitini og bústaðarviðurskiftini hjá næmingunum. Báðir vóru teir samdir um, at tað er ein stór og spennandi avbjóðing hjá leiðaranum, hetta at fáa nakað heilt nýtt upp at standa. Pól Arni segði, at hann var sera spentur uppá uppgávuna og at hann fór í gongd beinanvegin.
Pól Arni hevur síðan 2013 havt sína dagligu gongd í ungdómshúsinum Pakkhús 4, har hann hevur verið leiðari. Hann er útlærdur bygningssnikkari og bachelorur í fornfrøði. Pól Arni er einamest kendur fyri hansara tónleikaligu avrik, har hann er kendur sum oddamaður í Hamradun og fyrr í Týr.
Tvøroyrar kommuna ynskir Pól Arna hjartaliga til lukku við starvinum og bestu eydnu komandi árini, við vón um at Føroya Eftirskúli á Tvøroyri verður væl móttikin av øllum.
Facebook viðmerkingar