Sunnudagin 1. mars kl. 17 verður almenn politisk kafé við Lista E í Garðslon í Vági.
Skráin fyri politisku kafé’ina er hendan:
• Bárður G. Nielsen, bjóðar vælkomin
• Sirið Stenberg, løgtingskvinna greiður frá um umhvørvispolitikk
• Hans í Líðini, stjóri í Rock Trawldoors, greiður frá um Rock Trawldoors, ein fyritøka í útjaðaranum, sum arbeiðir við at menna umhvørvisvinarligan reiðskap og -tøkni.
• Dennis Holm, borgarstjóri, hevur framløgu um arbeiðið við menning í Vágs kommunu.
Politiska kafé’in er almenn og byrjar kl. 17 sunnudagin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Aftaná almenna fundin verður politiskur fundur har fyrireikingar til býráðsvalið eru á skrá.
Facebook viðmerkingar