136 ára gamlir plankar skiftir

Í hesum døgum verða nakrir plankar skiftir á sluppini Johannu TG 326 á Vágs Skipasmiðju. Onki óvanligt er í hesum í einum træskipi.

Tað sjáldsama er tóð, at talan er um plankar, sum hava verið partur av sluppini Johannu frá tí, hon var nýbygd fyri 136 árum síðani.

Plankarnir eru negldir við træspíkarum og messingbóltum, greiður Páll Guðmundsson Jacobsen frá – og hann tók eisini myndirnar.

Facebook viðmerkingar