Soljóðandi skriv er sent til Landsverk og Jørgin Niclasen, Landsstýrismann:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
FO-100 Tórshavn
Hvalba, tann 20. febr. 2020
Vegurin millum Nes og Hvalba:
Vísandi til fyrispurning frá Janus Thomsen, borgarstjóra, dagfestur 18.06.2018 um gongu ella súkklubreyt á vegastrekkinum Nes – Hvalba, hevur kommunustýrið í Hvalba samtykt, enn einaferð at heita á avvarðandi myndugleikar at hugsa um fólk til gongu og á súkklu millum Nes og Hvalba við einari gongu- ella súkklubreyt.
Hvalbiar Kommuna vil somuleiðis senda eina áheitan á Landsverk og Jørgen Niclasen, landsstýrismann, ið umsitur samferðslumál, um at breiðka vegin frá íbindingini í Nesi heim til bingjuplássið í Ellisgerði.
Vinarliga
Hvalbiar Kommuna
Janus Thomsen
borgarstjóri
Facebook viðmerkingar