Tað varð ein syrgilig sjón,ið møtti fólki í morgun. Grótkastíð, ið drenaði komunukassan, fyri góðum 12 árum síðani, mátti aftur geva seg fyri ógvusliga uppganginum, ið hevur verið í gjár og í dag. Brimið hevur gjørt nógv um seg, hesar seinastu tveir dagarnar. Neyst, bátar og mangt annað mátti geva seg fyri briminum, men syrgiligast av øllum, er at síggja, at havnin á Hamranesi, aftur mátti lúta. Havnarlagið er hornasteinurin og grundarlagnum undir vinnilívinum í sóknini.
Tað er við stórari sorg, at vit mugu ásanna, at kommuna ikki einsamøll megnar at bøta skaðan aftur hesaferð. Um kommuna sjálv skal bera allan kostnaðin, er ikki pláss til nakað annað á fíggjarlógini, tí kommunan hevur longu bundið seg til aðra stóra verkætlan, ið longu eru farnar í gongd. Tí mugu landsmyndugleikarnar veita okkum eina hjálpandi hond, um kommununi skal verða lív laga.
Tað er tó eitt fragd at síggja, hvussu sóknarfólkið stendur saman, tá ið ástendur. Tá ið farið varð at rudda í dag, vóru eini 50-60 fólk samlaði at lyfta uppgávuna, ið gekk bæði skjótt og gott.
Bjargingarfelagið hevur verið úti síðani tíðliga í gjáramorgum og bjargar tí, ið bjargast kann, eins og SEV hevur lagt alla orku til, soleiðis at vit fingu streymin aftur og hettar eru vit sera takksamir fyri.
Tað er sera umráðandi, at vit ikki falla í fátt, men taka saman lógvatøk og standa saman um sóknina.
Janus Thomsen, borgarstjóri
Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmaður
Facebook viðmerkingar