Vit skulu tora at seta krøv til arbeiðsgevaran. Krøv sum bøta um korini hjá okkara limum. Krøv, sum samantvinna eitt gott arbeiðslív við familju- og frítíðarlív. Tí verður eitt tað fremsta málið komandi árini at fáa stytt um arbeiðsvikuna.
Tað var eitt stórt frambrot, tá arbeiðsvikan í 2003 styttist úr 40 tímum niður í 39 tímar, men í Danmark styttist arbeiðsvikan longu í 1990 niður í 37 tímar. Nú er tíðin komin, har vit mugu standa saman, um at fáa arbeiðsvikuna stytta. Tað er sera umráðandi, at øll fakfelagsrørslan stendur saman um hetta. Gera vit tað, náa vit langt.
Fakfelagsrørslan má standa saman um hetta kravið. Tað gevur onga meining, at vit hvørt felag sær fara í samráðing um hetta. Tað kemur bara at taka burturav lønarkrøvinum, og tann prísin skulu okkara limir ikki gjalda. Vit fara ikki at slaka í lønarkrøvum fyri at fáa styttri arbeiðsviku. Hinvegin eigur fakfelagsrørslan í felag at fara til politiska myndugleikan við einum felags ynski um styttri arbeiðsviku, sum tað eigur at vera lóggivið um. Á henda hátt kunnu vit øll standa saman um kravið, sum bøtir so ómetaliga nógv um lívskorini hjá limum okkara. Vit mugu minnast til, at vit í Føroyum hava longstu arbeiðsviku av teimum londum vit vanliga samanbera okkum við. Tíðin er komin til, at vit taka tey fet, sum grannalondini longu hava tikið fyri at fáa størri javnvág í arbeiðslív, familju- og fríðtíðarlív hjá limunum.
Hesum, og mongum øðrum eri eg sinnaður at fara heilhjartaður inn at arbeiða fyri.
Við fakfelagskvøðu, Gunnar Hjelm valevni til formansvalið hjá Starvsmannafelagnum.
Facebook viðmerkingar