Skattauppgerðin 2019 hjá A-skattgjaldarum er komin

Uppgerðin sæst longu í Borgaraglugganum og í Mínboks. Seinni í vikuni liggur hon í postkassanum hjá teim fyrstu, sum ikki nýta hesar tænastur.

Tølini vísa, at uppgerðin passar hjá 21.242 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar.

Tølini siga eisini, at 18.109 borgarar hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Í alt er talan um 52.483.355 krónur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.708 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Hann er til samans 4.743.696 krónur.

Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar.

Borgarar skulu kanna, um skattauppgerðin er røtt
Eru feilir í, ella mangla upplýsingar, so skal ein lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. So ger TAKS nýggja uppgerð. Lættast er at lata sjálvuppgávuna inn á Borgaraglugganum.

Er uppgerðin røtt, skal ein einki gera.

B-skattgjaldarar fáa bræv um at lata inn sjálvuppgávu
B-skattgjaldarar fáa ikki sendandi skattauppgerð, men fáa í staðin bræv um at lata inn sjálvuppgávu. Brævið verður sent í Mínboks ella við posti til teirra, sum ikki nýta Mínboks. Tá sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 7.175 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu. Eisini hjá hesum er lættast at lata inn á Borgaraglugganum.

Hagtølini fyri skattauppgerðirnar fyri 2018 síggjast her.

Facebook viðmerkingar