Leygarkvøldið eru árligu kvinnu- og harraborðhaldini á skránni í Vági, har tað eisini er almennur dansur eftir borðhaldini.
Vanligt er, at kvinnuborðhald er í VB-húsinum vikuskiftið, sum liggur tætt at kvinnudegnum 8. mars. Og hetta er eitt rimmar veitslukvøld, og eftir borðhaldið er stórur og góður dansur, har harrarnir frá harraborðhaldinum í Stóra Pakkhúsi koma vestur í dansin, umframt onnur, tí dansurin er almennur.
Í ár fara Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen við bólki at spæla til dansin.
Hjalmar og Dagfinn hava góða manning afturat sær. Teir hava fingið vágbingin Neil Joensen afturat sær á guitar og kór. Neil spældi í mong ár, bæði saman við Eyðun Ásason, men eisini stundum saman við Hjalmar og Dagfinn. Eftir nøkur ár í útlegd, er Neil fluttur heim aftur á klettarnar, og er nú stundum aftur á palli, oftast saman við Hjalmar og Dagfinn.
Á trummum verður tað Kaj Johannesen. Maðurin, sum er kendur sum bæði trummurleikari, guitarleikari, bassleikari og sangari. Hann er m.a. kendur úr Húskallum, Taxi og Moirae, men ikki minst sum maðurin, sum stendur aftanfyri eyðkenda lagið í Gekkinum í sjónvarpinum, og sum eisini leggur rødd til. So hetta er ein tungvektari í føroyskum tónleiki.
Lagt er upp til góðan dans á Eiðinum leygarkvøldið 7. Mars.
Facebook viðmerkingar