Vágs kommuna søkir eftir verkafólki til tekniska toymið hjá kommununi. Arbeiði fevnir um vanligt verkafólkaarbeiði, sum tekniska toymið hevur ábyrgdina av.
Talan er um fast starv hjá Teknisku deild at byrja skjótast tilber.
Ynskiligt er, at tú hevur vitan og royndir innan verkafólkaarbeiði.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsing um útbúgving og royndir verður at senda til vagur@vagur.fo ella til Vágs kommunu, Vágsvegur 30, FO 900 Vágur.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. mars 2020 kl. 12.00
Meiri fæst at vita
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Inga G. Olsen, tekniska leiðara, á tlf 239302. í skrivstovutíð hjá kommununi.
Facebook viðmerkingar