“Kostbar” við Inga Poulsen er ársins útvarpshitt 2019

Fyri løtu síðani varð avdúkað í Kringvarpinum, hvat ársins útvarpshitt er. Tað bleiv 26 ára gamli Ingi Poulsen, sum fekk heiðurin í ár, og tað er við nógv spælda lagnum “Kostbar”.

Seinastu dagarnar hevur almenn atvkøðugreiðsla verið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, har møguleiki hevur verið hjá øllum at velja ársins útvarpshitt. Fleiri løg hjá ymsum føroyskum tónleikarum vóru í uppskoti, men tað vóru nøkur løg, ið serliga stungu seg burturúr.

Tey trý løgini, ið fingu flest uppskot, vóru “Fívil” við Ester Kristiansen á einum triðja plássi, “Lukkan er ei gullið” við Jens Marna Hansen á einum øðrum plássi, og so “Kostbar” við Inga Poulsen á einum fyrsta plássi.

Lagið “Kostbar” kom út í fjørsummar, og tað snýr seg um kensluna, tá ein genta letur sum um, at hon ikki er áhugað, sjálvt um hon kanska er áhugað kortini. Tað hevur gingið skjótt hjá Inga Poulsen, síðan hesin sangurin kom út, og sama lagið er eisini tilnevnt at blíva ársins sangur til FMA, sum verður í morgin.

Facebook viðmerkingar