Bakkafrost misti eina millión laksar í Hvalba og Froðba í óveðriðnum

VP.fo: Ringa veðrið um mánaðarskiftið, sum eisini gjørdi stóran skaða á alibrúk hjá Bakkafrost í Suðuroynni, elvdi til, at Bakkafrost misti umleið eina millión laksar.

Tað er um 57% av fiskinum hjá Bakkafrost í Suðuroynni. Fiskurin er antin deyður ella sloppin.

Tað hevur felagið boðað frá seinnapartin.

Fiskurin hevði eina miðal vekt uppá 2,1 kilo.

– Bæði fiskur og útgerð, sum fekk skaða, eru tryggjað til kostvirði, sigur Bakkafrost í fráboðanini.

Bakkafrost hevur áður meldað út, at tøkan í ár verður 57.000 tons. Men hendingarnar í Suðuroynni fara at gera, at samlaða tøkan verður minkað við 5-6.000 tonsum. Við øðrum orðum verður hon um 10% minni enn áður fráboðað.

Sagt verður eisini, at hetta er fyrstu ferð síðani 2005, tá alingin hjá Bakkafrosti byrjaði á staðnum, at nakað tílíkt er hent.

Facebook viðmerkingar