Í sera góðum veðrið var VK-7 runnið í Vági, sunnudagin 8. mars. Útvið 50 luttakarar vóru við til kappingina, ið endaði við heiðursmerkja handan í hugnaliga VB-húsinum, har kaffi, frukt, vatn og kaffi eisini var bjóða luttakarunum.
Sunnudagin 8. mars, ið eisini er altjóða kvinnudagur, var Hvistan vertur um Betri VK-7 kappingina, og vóru í ár fleiri 40 luttakarar til kappingina. Veðrið var frálíkt, og var teinurin eins og seinast tað var runnið í Vági. Byrjað var við Vágshøll, útgjøgnum bygdina, út á Nes, niðan við húsunum hjá Ruth Smith og Morel, niðan móti bóndagarðinum, har Jósef stóð og heilsaði teimum rennandi. So lá leiðin oman aftur á høvðusvegin umvegis Toftalíð, og so beint vestur aftur til høllina.
Kappingin eydnaðist sera væl, og øll fingu ein góðan túr, og heilt móti endanum kom eitt æl, so flestu runni í góðum og turrum veðrið. Eftir at øll vóru komin á mál, var VB-húsið, ið júst hevur verið karmur um eitt væleydna kvinnukvøld, og tískil eisini prýtt til høvið, karmur um hugnaliga samveru, har frukt, vatn, kaffi og tea, umframt góðar køkur og smákøkur, eisini vóru til luttakararnar.
Úrslitini komu út beinavegin, og síggjast tey her: VK-7 kappingin í Vági, sunnudagin 8. mars
Fleiri myndir her
Facebook viðmerkingar