At Føroyar fara niður í ferð komandi tvær vikurnar, inniber millum annað, at:
- Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt
- Mælt verður kommunum til at taka stig mótvegis ferðafólkaskipum, sum eru á veg til Føroya
- Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima
- Tað verða greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum
- Skúlaverkið – tað er hægri lestur, miðnám og fólkaskúlar – letur aftur. Næmingar skulu í tann mun tað ber til fylgja undirvísingini heima.
- Frítíðarskúlar, forskúlar og onnur dagtilboð lata eisini aftur. Eitt ansingartilboð verður veitt teimum, sum av ymsum orsøkum ikki kunnu passa síni børn.
- Á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu øll tey, ið ikki røkja tær mest viðbreknu samfelagsuppgávurnar, arbeiða heimanífrá. Starvsfólk fáa nærri boð frá leiðslunum.
- Á privata arbeiðsmarknaðinum eru stig longu tikin fyri at verja seg ímóti smittu
- Heitt verður staðiliga á, at øll tiltøk, sum savnað fleiri enn 100 fólk innandura, annaðhvørt verða útsett ella avlýst
- Mælt verður til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22 komandi tvær vikur
Facebook viðmerkingar