Sambært tilmæli frá landsmyndugleikum í samband við Coronasmittuna setir Strandferðslan hesi tiltøk í verk frá fríggjamorgun 13. mars 2020:
Høvuðsskrivstovan á Tvøroyri
- Dyrnar á høvuðsskrivstovuni verða stongdar, men tó ber til at ringja 343000 gerandisdagar ímillum kl 08-16.
- Øll alneyðug ørindi á Strandferðsluni verða bert gjørd eftir avtalu.
- Fyrisitingin arbeiðir heimanífrá, og miðað verður ímóti at avgreiða uppgávur, svara telefon og teldupostum sum vanligt.
Farstøðin og farmadeildir
- Farstøðin letur aftur fyribils. Hetta merkir, at ongin søla, harímillum kortavgreiðsla og persónlig kunning um ferðslu verður tvær tær næstu vikurnar. Í hesum tíðarskeiðnum verður víst til telefon nummar 343000 og heimasíðuna ssl.fo
- Farmur verður avgreiddur sum fakturering, og smápakkar verða ikki avgreiddir.
Søla umborð á skipum og bussum
- Umborð á Smyrli og Teistanum verður ongin søla av mati ella drekkandi frá hóskvøldinum 12. mars
- Kaffiautomatirnar verða stongdar umborð á øllum skipum
- Kømur verða ikki útleigað umborð á Smyrli
Koyring hjá Bygdaleiðum
- Leið 300 koyrir ikki umvegis flogvøllin frá 12. mars
Kontantsøla og gjaldskort
- Mælt verður øllum ferðandi frá at brúka reiðan pening og heldur brúka gjaldskort
- Í teimum bussum har ikki er møguligt at brúka gjaldskort verður mælt til gott handreinføri
Ferðafólkaflutningur
- Hægst loyvda ferðafólkatal á Smyril, Teistanum og Sam verður 100 ferðafólk per túr, og heitt verður á fólk at halda hóskandi fjarstøðu og hava í huga smittuvanda.
- Heitt verður á ferðafólk ikki at reika runt í skipinum og virða skelti.
Hesi tiltøk verða fyribils galdandi til 30. mars
Facebook viðmerkingar