Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Nýggi sáttmálin er ein tvey ára sáttmáli og er galdandi afturvirkandi frá 1. oktober 2019.
Fyrra árið fáa limirnir 750 kr. omaná lønina og seinna árið hækka lønirnar við 2,25%.
Harumframt eru eisini aðrar ásetingar komnar við í semjuna, har ímillum nýtt endastig til heilsuhjálparar, vaktargjald fyri brotnar vaktir, hægri praktikvegleiðaraviðbót og at øll tímalønt nú hava rætt til eftirløn frá arbeiðsgevaranum.
Partarnir hava eisini gjørt avtalu um at gera eina kanning av setanarviðurskiftunum hjá heilsu- og heimahjálparum, m.a. at kanna um grundarlag er fyri, at heilsu- og heimahjálparar kunnu verða settir í starv við hægri setanarbrøki/fullum setanarbrøki.
Facebook viðmerkingar