Tað eru í alt 11 føroyingar, sum hava fingið staðfest coruna-virusið. Tað merkir, at ein afturat teimum 10, sum varð upplýst á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í gjár, er blivin smittaður.
Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.
Sjey av teimum 11 smittaðu eru smittað uttanlands.
Tvey av teimum 11 eru smittað av teimum føroyingum, ið hava fingið smittuna uttanlands. Bæði teirra fingu staðfest smittuna, meðan tey hava verið í sóttarhaldi.
Tað ber – enn – ikki til at siga við vissu, hvussu tey bæði seinastu eru blivin smittað.
Tað eru í alt 122 fólk, sum í løtuni sita í sóttarhaldi.
Tað eru gjørdar í alt 327 kanningar.
Facebook viðmerkingar