Sóttarhaldið verður ikki tikið í nóg stórum álvara

Tað eru ikki øll, ið taka at verða sett í sóttarhald í nóg stórum álvara. Og tað er ein stór avbjóðing í mun til at avbyrgja corona smittuna í Føroyum. 

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

”Eg kann tíverri bara staðfesta í mínum arbeiði seinastu vikurnar, at tað eru fleiri, sum ikki fylgja teimum tilráðingum, ið hanga saman við at verða send í sóttarhald. Skulu vit avmarka corona smittuni í Føroyum, er avgerandi, at fólk taka allar tilráðingar í størsta álvara,” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsummálum, heitir staðiliga á øll um at fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum.

”Tað verða brúktir stórir stavir – bæði í Føroyum og kring allan heim um, at vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum og taka neyðug atlit. Tað er týdningarmikið, at vit øll gera okkara og standa saman, so at vit tryggja, at so fá sum gjørligt verða smittað, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum. 

Sóttarhald

Landslæknin áleggur øllum, sum fáa staðfest covid-19, at fara í sóttarhald í minsta lagi 14 dagar.

Harafturat hava myndugleikarnir mælt til, at øll, sum eru komin til Føroyar eftir 12. mars, eiga at fara í sóttarhald heima í 14 dagar.

Tá tú ert í sóttarhaldi heima, skalt tú halda teg innandura. Tú kann vera saman við húskinum, men onnur eiga ikki at vitja undir sóttarhaldinum.

Viðkomandi, sum er í sóttarhaldi heima, skal ikki fáa vitjan av øðrum. Hini í familjuni kunnu liva og virka sum vant – t.e. at fara til arbeiðis, keypa, ganga túr o.a.

Tann, sum verður settur í sóttarhald heima, eigur ikki at vera partur av húsarhaldi, sum fevnir um persónar í vandabólki.

Verður viðkomandi, sum er í sóttarhaldi, sjúkur innan 14 dagar, og tað kann staðfestast, at viðkomandi er smittaður við covid-19, verður alt húskið sett í sóttarhald.

Facebook viðmerkingar