Smyril broytir ferðaætlan orsaka av Corona

Siglingin hjá Smyrli og Teistanum verður ávirkað næstu tvær vikurnar orsakað av coronavirus, Covid-19. Eisini verður tyrlutænastan skerd.

Coronavirus Covid-19 hevur við sær, at Strandferðslan noyðist at gera skerjingar í ferðaætlanini hjá skipunum. Broytingar verða í fyrstu syftu gjørdar á leið 7 og leið 60, ið eru Smyril og Teistin. Hetta hevur við sær, at siglingartíðin hjá skipunum verður stytt nakrar tímar hvønn dag.

Broytingarnar verða gjørdar fyri at verja manningina og tryggja siglingina upp á longri sikt, nú  Covid-19 hevur fingið størri útbreiðslu í Føroyum.

Broytingarnar koma í gildi týsdagin 17. mars og eru galdandi fyribils til 30. mars 2020, tá eftir ætlan verður vent aftur til vanligu ferðaætlanirnar.

Smyril fer at sigla fýra túrar hvønn dag. Tveir av Tvøroyri og tveir av Havnini. Fyrsti túrur er av Tvøroyri kl. 07:00 og seinasti túrur av Havnini kl. 17:00.

Leið 7 siglir soleiðis:

Hjá Teistanum er høvuðsbroytingin, at seinasti túrur verður av Gomlurætt kl. 19:05. Siglingin um dagin verður tann sama sum í dag.

Leið 60 siglir soleiðis:

Við at stytta dagin á báðum leiðunum tryggjar SSL starvsfólkaorku, sum kann vera tøk, um tað gerst neyðugt. Til dømis um onkur av manningini noyðist í sóttarhald og ikki kann sigla.

Atgerðir og trygdartiltøk taka støði í fyrivarni, ið skulu tryggja, at vit hava manningar, bussførarar og aðrar lyklapersónar tøkar. Verður ein smittaður, skulu øll í nærumhvørvinum í karantenu, og tað kann seta allar ferjur og bussar út av dagliga rakstrinum í óavmarkaða tíð.

Broytingin ávirkar ikki hesar farleiðir: Kalsoy, Fugloy, Svínoy, Skúvoy og Hestur. Tó røkir Spógvin alla sigling á Hestleiðini. Mykinesleiðin verður heldur ikki rakt, tí har er ongin sigling fyrr enn í mai.

Ferðaætlanin hjá tyrluni verður eisini skerd fyribils. Frá í dag 15. mars flýgur tyrlan bert til Stóru Dímun, Koltur og Mykines. Meira kunning á www.atlantic.fo.

Tað verður rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.

Facebook viðmerkingar