Nú Corona-smittan hevur ført við sær, at fólk, sum eru komin til árs, í stóran mun royna at halda seg innandura, kunnu dagarnir kennast langir. Býarbókasavnið er stongt, men hóast hetta er ávísur áhugi fyri at lána bøkur, ljóðbøkur ella tíðarrit – ikki minst hjá eldri borgarum.
Av somu orsøk hava vit gjørt av at koyra út bøkur, ljóðbøkur og tíðarrit til eldri borgarar.
Tænastan verður skipað á tann hátt, at fólk kunnu ringja til býarbókasavnið á tlf. 239391 millum kl. 13 og kl. 15 ella skriva ein teldupost til byarbokasavn@vagur.fo, har sagt verður frá, hvørja bøkur, ljóðbøkur ella tíðarrit ein ynskir at lána.
Tað hevur týdning, at tað í teldupostinum verður skrivað navn, adressa og telefon-nummar.
Skipað verður síðani fyri at bøkurnar verða koyrdar út og stillaðar við úthurðina og síðani ringja vit og siga frá, at bøkurnar standa við úthurðina, soleiðis at tær kunnu takast innum beinanvegin.
Bokasavn.fo
Á heimasíðuni www.bokasavn.fo ber til at leita eftir bókum, ljóðbókum og tíðarritum, har tilber at leita við at skriva heitið, rithøvund ella evni í leiti-teiginum. Vegleiðing er eisini á heimasíðuni.
Á heimasíðuni ber eisini til at endurnýggja lánt tilfar. Endurnýggja lán við at rita inn í ovasta høgra hornið. BRÚKARA ID er lánarakortnr. og LOYNIORÐ er 4 tey sístu tølini í lánaranr., um fólk ikki sjálvi hava broytt tað.
Til ber eisini at ringja: 239391 ella skriva teldupost: byarbokasavn@vagur.fo við umbøn um endurnýggjan.
Vónandi verður tikið væl ímóti hesari tænastuni, sigur Vágs kommuna í tíðindaskrivi.
Facebook viðmerkingar