Í gjár bjóðaði Suðuroyar Sjúkrahús teimum, ið høvdu møguleika at hjálpa til á sjúkrahúsinum, at skráseta seg á heimasíðuni www.ssh.fo
Sigast kann ikki annað enn, at undirtøka hevur verið sera góð, tí tað eru longu fleiri, ið hava skrásett seg.
Tey, ið hava skrásett seg á heimasíðuni eru bæði ung og tilkomin við ymiskum førleikum.
Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri takkar fyri, at fleiri hava bjóða seg fram, og sigur, at um sjúkrahúsinum tørvar hjálp, so seta vit okkum í samband við tey, ið hava skrásett seg, ein av komandi døgunum.
Sum vit hava skilt, er áhugin at hjálpa til á hinum báðum sjúkrahúsunum eisini stórur.
Facebook viðmerkingar