Felagssangur verður fríggjamorgunin klokkan 9.10.

Við íblástri frá íbúðarhúsum í Italia, fer morgunsendingin at royna at fáa so nógvar føroyingar sum gjørligt at syngja í senn. Sangurin verður Fagra blóma.

Klokkan tíggju minuttir yvir níggju byrjar klaverundirspælið í útvarpinum, og tá syngja vit øll.
Tað kann vera út ígjøgnum eitt opið vindeyga, eina úthurð, ella tú fert útum.
Sjálvandi virða vit tær leiðreglur, sum myndugleikarnir eru komnir við um at halda frástøðu og ikki savnast í bólkum við fleiri enn tíggju fólkum.

Tey, ið hava møguleika til tað, eru vælkomin at filma sangin og senda okkum upptøkuna. Antin um facebooksíðu okkara, Góðan morgun Føroyar, ella á gmf@kvf.fo.

Ætlanin er at brúka upptøkurnar í einum lítlum filmi, ið verður lagdur út alment.

Kom og syng fríggjamorgunin klokkan 9.10.

Fagra blóma, tú sum prýðir
fjallatindar, berg og skørð,
bø og ong og grønar líðir,
hvat er fagrari á jørð?

Eina blómu tó eg kenni,
fagrast hon av øllum er,
sjálvt ei rósan líkist henni,
tað er hon eg valdi mær.

Blómur spretta móti vári,
følna, tá ið heystið er,
mín, hon blóma man alt árið,
um so kalt og kavi er.

Einaferð hon bert kann blóma,
følnar hon, eg følni við.
Fylgja skal eg blómu míni,
til tann síðsta hvíldarfrið.

Facebook viðmerkingar