10 heilsuhjálparar hava lokið prógv á Heilsuskúla Føroya í dag.Myndin er tikin í farnu viku, tá tær fingu uppgávuna til endaliga próvtøkuna.
Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku!Aftast frá vinstru: Tanja A. Poulsen, Signabø, Gudrun Olsen, Tórshavn, Sylvia Klakstein, Tvøroyri.Í miðjuni frá vinstru: Alexia Hentze, Sørvágur, Laila Egholm, Tórshavn, Ella Poulsdóttir, Hvalba.Fremst frá vinstru: Leila Dam, Oyndarfjørður, Guðrun í Válgaravík, Vestmanna, Vinny M. Jacobsen, Vágur, Beinta Dahl, Streymnes.
Tað var undir serligum umstøðum, at próvtøkurnar blivu hildnar í dag. Skift varð ímillum fleiri hølir, fyri at tryggja reinføri millum hvørja próvtøku. So hvørt tær høvdu verið til próvtøku, fingu tær prógvið og fóru heim fyri ikki at samla ov nógv fólk saman í einum. Ætlanin er at heiðra heilsuhjálparanar seinni í ár við einari próvhandan.Heilsuskúlin fekk loyvið frá Undirvísingarstýrinum at halda próvtøkuna hesa vikuna, so tær kunnu fara út í eldraøkini at arbeiða skjótast gjørligt.
Tað var ikki sørt, at vit vóru spent uppá, um onkur fór at verða settur í sóttarhald, áðrenn dagurin kom, men tær vístu allar ábyrgd og hildu seg heima fyri at fyribyrgja smittuvanda. Ongin felagsmynd varð tikin í dag, tí tað ikki varð ráðiligt at savna ov nógv fólk saman í einum.
Facebook viðmerkingar