Fært tú hjálpt? Eg sóknist eftir fólkum, sum hava hug at taka lut í einari granskingarverkætlan um, hvussu henda tíðin við korona ávirkar gerandislívið. Hevur tú hug at taka lut, verður tú biðin um at skriva dagbók komandi tíðina.
Eg eiti Erika Anne Hayfield og eri granskari á Fróðskaparsetri Føroya. Av tí at verkætlanin fer í gongd beinanvegin, er umráðandi, at tú setur teg í samband við meg sum skjótast – antin sum privat boð ella á erikah@setur.fo.
Korona hevur havt ógvusliga ávirkan bæði á okkum í Føroyum og um allan heimin. Hetta er sostatt ein heilt serlig tíð, vit liva í, har óvissa valdar, og gerandisdagurin hjá fólki er grundleggjandi øðrvísi, enn hann var. Støðan broytist alla tíðina, og tí er tað áhugavert og umráðandi at fáa til vega vitan um, hvussu henda tíðin ávirkar okkum í Føroyum dag fyri dag.
Eg sóknist eftir umleið 50 fólkum at skriva dagbók einar 2-3 ferðir um vikuna (ella oftari, um tú hevur hug ella møguleika) í ein til tveir mánaðir fram. Eg eri eisini áhugað at hoyra frá tær, um tú longu ert farin í holt við eina dagbók. Ynski er at hava fólk í ymiskum aldursbólkum. Alt tilfar verður viðgjørt í strangasta trúnaði, og eg havi verið í samráð við Dátueftirlitið um, hvussu lógir og reglur um persónsupplýsingar verða fylgdar.
Um tú ert áhugað/ur havi eg eitt longri skriv, sum greiðir meira neyvt frá verkætlanini. Ert tú undir 18 ár, er neyðugt, at foreldur tíni geva samtykki til, at tú tekur lut. Vegleiðing og samtykkisváttan fáast við at skriva til mín antin við privatboðum á Facebook ella á erikah@setur.fo.
Facebook viðmerkingar