Stórt rós til Føroyafólk

Á tíðindafundinum í morgun bar Lars Fodgaard Møller, landslækni, eina heilsan til Føroyafólk og til øll tey, sum dag um dag arbeiða við tiltøkunum at fyribyrgja, kanna og annað í samband við “Corona-strategiina” hjá myndugleikunum.

Landslæknin var optimistiskur um at tølini av nýggjum smittaðum vóru í varligum vøkstri, og bar eisini rós til Føroyafólk fyri at taka boðini frá myndugleikanum í álvara, og ikki minst til tey mongu, sum eru í sóttarhaldi.

Facebook viðmerkingar