Vegna serligu umstøðunum, nú Coronavirus ger um seg, hevur Bú- og Heimatænastan í Suðuroy tørv á fleiri hjálpandi hondum, sum vit kunnu heita á, um hetta gert neyðugt.
Hetta er galdandi bæði á eldrastovnunum og útiøkinum í norðara – og sunnura helvt.
Vit hava tørva á sjúkrarøktarfrøðilesandi, læknalesandi, heilsuhjálparanæmingar, heilsurøktaranæmingar, fyrrverandi røktarstarvsfólk umframt fólk til reingerð og køk.
Ert tú ikki heilsustarvsfólk, hava vit eisini møguliga brúk fyri tær.
Hevur hetta tín áhugað, ert tú vælkomin at ringja á tlf. 793500 ella tlf. 793503.Eisini ber til at senda teldupost til: bhs@bhs.fo
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
Facebook viðmerkingar