Í Degi og Viku í tórskvøld segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, at hann væntaði at skúlarnir verða stongdir fram til páskir.
Hetta merkir sostatt, at farið verður ikki í skúla fyrr enn eftir páskir, men landsstýrismaðurin segði eisini, at endalig politisk avgerð varð ikki tikin um hetta enn.
Í dag er ein vika síðani at skúlabørnini kring landið fóru heim í samband við fyribyrgjan av spjaðing av coronasmittuni.
Facebook viðmerkingar