Hugsandi um serstøku støðuna í Føroyum orsakað av corona virusinum hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag gjørt avtalu um, at tað skal verða møguligt at flyta starvsfólk á dagstovnaøkinum – at arbeiða á eldraøkinum.
Avtalan fevnir um starvsfólk á dagstovnaøkinum, tað veri seg námsfrøðingar og hjálparfólk, fastlønt og tímalønt, sum av arbeiðsgevaranum eru send heim, grundað á arbeiðsmangul. Starvsfólk, sum skulu verða tøk at heita á, tá tørvur er á tí.
Á dagstovnaøkinum eru sett tiltøk í verk, sum skulu forða fyri, at corona virusi breiðir seg óneyðuga skjótt. Hesi tiltøk, hava við sær, at grundarlag ikki er fyri at hava øll starvsfólkini til arbeiðis á dagstovnaøkinum.
Á eldraøkinum er støðan øðrvísi, har arbeiða øll við fullari kraft, fastlønt og tímalønt. Tiltøk eru/verða eisini sett í verk, har roynt verður at forða fyri ella minka um smittuvandan av corona virusinum. Talan er í fleiri førum um tiltøk, sum hava við sær, at neyðugt er við fleiri starvsfólkum á økinum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag eru samd um, at kommunur og eldrasamstørvini kunnu í avtalu við einstøk starvsfólk flyta hesi at arbeiða á eldraøkinum.
Soleiðis, kunnu námsfrøðingar og hjálparfólk verða sett í vaktir á eldraøkinum samsvarandi teimum ætlanum, sum eldraøkið hevur. Atlit skal kortini takast til viðurskifti hjá einstaka starvsfólkinum.
Viðvíkjandi lønini hjá starvsfólkunum, bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum er útgangsstøðið, at starvsfólkini varðveita ta løn, sum tey hava rætt til sambært galdandi sáttmála partanna millum. Lønin fyri møguligt meirarbeiði/yvirtíð, samsýningin fyri ólagaligar arbeiðstíðir o.a. verður at fylgja galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelagið.
Avtalan verður endurskoðað leypandi, og fellur burtur av sær sjálvum tá corona (covid19) bylgjan ikki longur ávirkar tørvin á starvsfólkum á ávikavist dagstovnaøkinum og eldraøkinum.
Facebook viðmerkingar