Umleið 180 starvsfólk hjá Atlantic Airways fara fyribils í serskipanina hjá ALS, so leingi avleiðingarnar av koronakreppuni merkjast av álvara. Avleiðingarnar av covid-19 eru ógvusligar í løtuni, men talan verður um krepputiltøk í eitt avmarkað tíðarskeið fyri at tryggja haldførið til framtíðarvirksemið hjá felagnum
Alheimsfarsóttin, covid-19, hevur stóra ávirkan á flúgvingina hjá Atlantic Airways. Felagið hevur seinastu dagarnar flutt hópin av føroyingum heim til Føroyar, sum vóru staddir uttanlands, tá myndugleikarnir herdu átøkini ímóti korona-smittuni, og nú er flúgvingin nærum steðgað upp.
– Stundin er komin at seta krepputiltøk í verk hjá okkara flogfelag, og vit vóna sjálvandi, at støðan batnar skjótt, so at vit síggja okkara starvsfólk aftur til arbeiðis undir vanligum umstøðum sum skjótast. Tiltøkini eru alneyðug fyri at fáa Atlantic Airways sum frægast ígjøgnum kreppuna, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Krepputiltøkini eru fyribils galdandi fram til 30. apríl. Í hesum tíðarskeiði fara umleið 180 starvsfólk í flogfelagnum í nýggju serskipanina hjá ALS, sum er partur av hjálparpakkanum hjá Føroya Landsstýri. Um so er, at støðan broytist, verður virksemið tikið uppaftur sum skjótast.
Nøkur starvsfólk verða framvegis til arbeiðis fyri at tryggja, at mest neyðuga virksemið kann halda fram. Hesi starvsfólk fara niður í arbeiðstíð og løn í tíðarskeiðnum, og tá er stjórnin íroknað lønarniðurskurðin. Nevndin hevur eisini avgjørt at siga nevndarsamsýningina frá sær, meðan krepputiltøkini standa við.
Í løtuni verður bert flogið aftur og fram millum Vágar og Keypmannahavn fyribils tríggjar ferðir um vikuna. Henda flúgving er fyrst og fremst ætlað til sjúkraflutning og heilsustarvsfólk umframt til føroyingar, ið starvast uttanlands, og onnur, ið hava fyri neyðini at flúgva.
– Tað er neyðugt at tátta í beinanvegin fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá føroyska flogfelagnum frameftir. Stjórn og nevnd fylgja neyvt við gongdini, og vit vóna, at flúgvingin kemur í rættlag aftur skjótast gjørligt, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Facebook viðmerkingar