Flestu smittaðu eru í meginøkinum og Norðoyggjum

Á tíðindafundinum seinnapartin segði løgmaður, at 21 eru smittað í Norðoyggjum og Eysturoynni, 53 í Streymoynni og 6 í restini av Føroyum. Hesi tølini eru ikki fullfíggjað, men verða seinni løgd út á heimasíðuna corona.fo.

Á tíðindafundinum varð eisini upplýst, at í Føroyum eru flest smittað í aldrinum 40 til 59 ár. Tvey eru smittað í aldrinum 20 til 39 ár, og 5 eru smittað í aldrinum 60+.

Facebook viðmerkingar