Løgmaður greiddi á tíðindafundinum seinnapartin frá, at tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at basa corona, verða longd. Ætlanin var, at tiltøkini skuldu fara úr gildi um mánaðarskiftið, men verða nú longd til at verða galdandi til 2. páskadag.
Tað merkir, at øll tiltøk, sum nú eru í gildið, halda áfram til eftir páskir. Hetta merkir eisini, at ongin skúlagongd verður, og ongir dagstovnar verða ikki opnir til eftir páskir.
Facebook viðmerkingar