Nú eru hagtøl fyri hvussu býtið av smittaðum er kring landið, og hvussu býtið er í aldur og kyn.
Sum víst varð á fyrr í dag, so eru tey flestu smittaðu í miðstaðarøkinum, Eysturoy og í Norðoyggjum. Av teimum 80 smittaðu, eru 6 skrásett í Vágum, Suðuroynni, Sandoynni og Skúvoynni. 18 eru smittaði eru ikki skrásett við bústaði.
Umleið helvtin av teimum smittaðu, har kyn er skrásett, eru kvinnur, 41% eru ikki skrásett, meðan 10% ikki eru skrásett við kyni.
Aldursbýtið er víst í talvuni niðanfyri og fevnir um allar aldursbólkar, tó tey flestu er millum 20 og 59 ár.
Facebook viðmerkingar