Vit hava fingið ein nýggjan gerandisdag, og koronasmittan hevur við sær, at vit eru nógv skerd í mun til tað, vit eru von við.
Frá einum skundmiklum gerandisdegi við arbeiði, skúla og frítíðarvirksemi, skulu vit nú vera heima, skúlin er stongdur, og frítíðarvirksemi er hildið uppat, og nógv skulu arbeiða heimanífrá. Hetta er ein nýggj støða. Vit hava fingið ein nýggjan gerandisdag, og koronasmittan hevur við sær, at vit eru nógv skerd í mun til tað, vit eru von við.
Hvussu megna vit henda nýggja gerandisdagin?
• Hvussu styrkja vit okkara heilsu?
• hvussu halda vit okkum sunn og frísk?
• hvussu kunnu vit vera virkin saman við øðrum við virksemi, sum gevur meining fyri okkum?
Tað kann vera ein avbjóðing, dagarnir kunnu vera ymiskir, summir ganga væl og aðrir minni væl, tí fara vit at koma við nøkrum boðum uppá, hvat vit kunnu gera, nú gerandisdagurin er so nógv broyttur og fara at deila uppskot til, hvat vit kunnu gera, meðan vit skulu standa saman í tryggari frástøðu. Uppskotini vera deild á okkara facebook síðum “Fólkaheilsuráðið” og “ABC fyri sálarlig heilsu”
Við vón um, at vit øll fáa íblástur til broytta gerandisdagin.
Fólkaheilsuráðið
Facebook viðmerkingar