Familjan er sett í eina óvanliga støðu, alt er stongt ella koyrir á lágum blussi. Hetta ger at gerandisdagurin er broyttur hjá øllum familjum í Føroyum. Hetta kann eisini slíta uppá parlagið og foreldur-barn-relatiónina, tí alt koyrir øðrvísi enn vanligt. Foreldur arbeiða heima, børn skulu í heimaskúla og tey minnu børnini krevja sítt, tá tey jú eisini eru von við ein skipaðan dag á dagstovni.
Skrivað: Anna Maria E. Jacobsen, Dagstovnaleiðari, Námsfrøðingur, Familju- og psykoterapeut.
Hetta er onnur vikan vit eru heima frá skúla, dagstovni og arbeiði. Tó skal alt vera heima við hús og passa saman. Í tí sambandi havi eg gjørt mær nakrar tankar, og ynski at deila teir við tykkum.
Hvat hendir tá vit øll í einum landi verða sett í pausu (sóttarhald):
Familjulívið skal standa sína roynd, vit eiga jú ikki at hava frí nú? Hvussu leingi heldur hetta á?
2 vikur? 4 vikur? 6 vikur? Flestu foreldur eru pressaði, tí nú skal alt gerast heimanífrá. Summi hugsa fái eg mína løn? fái eg alt at hanga saman? onnur hvíla trygt, tí tey vita at tey fáa sína løn og hava eitt arbeiði at fara aftur til. Onnur stríðast við angist, sorg og eru ørkymlaði yvir tað sum hendir í samfelagnum, og ikki minst tað at vit ikki kunnu vera saman í teimum relatiónum sum vit eru von við. Hetta er stór broyting fyri alla familjuna og alt samfelagið sum heild.
Sum par kann tað vera trupult at samskipa dagin. Bæði vilja og noyðast at gera sítt arbeiði heimanífrá og hvussu skal tað gerast nú øll familjan er samla allan dagin 24/7. Tey allar flestu halda tað er keðiligt at verða “stongd inni”, tí uttan okkara vanliga skipaða gerandisdag blíva vit sárbar og irriteraði inn á maka og børnini, orsaka av at vit sakna tann kenda og trygga gerandisdagin. Tó vil eg siga, at blívi eg irriterað inn á onkran ella okkurt, so vendir pílurin altíð inn í meg sjálva, tí hvar kemur hendan irritatiónin frá? hvat botnar hon í? Hini eru bert seg sjálvi og kunnu ikki gera við mína irritatión ella vreiði, tað eigi eg sjálv/sjálvur og má takað ábyrgd fyri tí sjálv/sjálvur.
Vit menniskju dáma øll ein nøkulunda skipaðan dag, eisini børnini. Hvussu gera vit hetta fyri at yvirliva og ikki koma í keðiligar tvístøður? Tá vit blíva pressaði vilja flestu fólk verja sítt, og pressa uppá at eg havi rætt og tað verður sum eg sigi, sjálvt um vit innast inni vita, at um alt skal ganga upp, so mugu vit samstarva. Vit reagera ymiskt uppá tvístøður og tí kunnu vit koma til at særa okkara maka og børn við særandi orðum og krøvum. Hvussu finna vit ein máta at yvirliva í hesum broytta gerandisdegi, uttan at familjan verður ov stressað og skal stríðast við at skapa tryggleikan í familjuni aftur og tann góði stemningurin verður í heiminum aftur.
Tað sum er mest umráðandi er, at vit seta orð á hvat fyllir mínar tankar og kenslur og at gera hetta virðiliga. Havi endiliga børnini við í tí tey kunnu vera við í, tá tit tosað, tí tey hava tørv á at vera sædd, hoyrd og vird.
Børnini merkja stemningin sum eru rundan um tey. Tað er ikki bara tað tey lesa og hoyra í miðlum og heima við hús, børnini merkja eisini at vit vaksnu eru bangin, ótrygg og ósikkur. Børn blíva eisini bangin. Tey hava júst sum vit vaksnu ikki roynt og upplivað nakað líknandi hesum fyrr.
Tá hetta byrjaði hildu børnini tað verða deiligt (orduliga cool) at sleppa at vera heima uttan dagstovn/skúla/frítíðarskúla/ungdómshús. Síðani er tað gingið upp fyri okkum øllum, bæði vaksnum og børnum, hvussu umráðandi tað er og hvussu nógv vit faktisk sakna okkara vinfólk, starvsfelagar og ymiskt annað sum vit vanliga samlast til. Hetta kundu ongin av okkum ímyndað sær fyri tveimum vikum síðani.
Nú tá vit ikki kunnu vera saman sum vanligt, síggja vit hvussu stóran týdning hetta hevur fyri okkara sálarheilsu og trivnaðin hjá tí einstaka. Vit eru bundin av at vera saman við øðrum fólkum fyri at trívast, og byrja at virðismeta hetta.
Heima byrja vit kanska at uppliva fleiri og fleiri tvístøður ímillum børnini/systkini, Børnini blíva møguliga óð og innilukkaði og siga nei til at gera vanlig ting í dagligdegnum. Eg hugsi at hetta hendir runt í teimum ymisku heimunum nú, tí tað eru fleiri kenslir sum eru í spæl bæði hjá okkum vaksnu og børnunum, og vit síggja øll tann ósjónliga fílin av innilukkaðum kenslum inni í rúminum, men ongin torir at seta hol á samtaluna, tí hvat kann henda??
Tað sum børnini hava brúk fyri, er at merkja, at tey eru elskaði, at vit vaksnu eru har fyri tey og troysta tey. Tey sakna eisini síni vinfólk og onnur í familjuni, sum vit vaksnu.
Børnini hava tørv á at vit standa saman, og at vit sum familja nokk skulu koma í gjøgnum hetta saman. Tað er umráðandi at hugsa um at “børn fáa pínu ella ilt av tí sum tey ikki vita”. Tí er umráðandi at vit tora at seta orða á tað sum hendir, sjálvandi barnavinarligt, og viðurkenna kensluna hjá barninum.
Tað er nú vit skulu hyggja hvussu vit leggja tilrættis og takað serlig atlit til børnini og geva teimum uppmerksemi. Eg veit at tað kann verða trupult at tilrættisleggja gerandisdagin nú næstan øll skulu arbeiða heimanífrá. Tey smærru børnini krevja sítt og vilja hava okkurt at gera ella at spæla. Skúlin leggur út tað sum foreldur skulu gera við børnunum. Foreldur eru tvíbýtt og skulu fáa alt at ganga upp. Eg vil gjarna heita á tykkum, um at takað tykkum tíð til at gera ymiskt annað við børnunum:
- Spæla saman uttanfyri
- Ganga túrar í okkara vøkru náttúru
- Baka, ella gera eina máltíð saman
- Mála og tekna myndir
- Gera ymiskt kreativt t.d. páskapynt
- Spæla borðspøl
- Hyggja eftir einum filmi saman
- Lesa bøkur hart fyri hvørjum øðrum
- Ella sita í sofuni, runt um borðið og práta ella gera onki
- Og nógv annað sum er jaligt fyri hvønn einstakan
Børn elska at vera saman við okkum vaksnu og hjálpa til við smáum uppgávum. Við at vera saman við okkum vaksnu føla tey seg týdningarmikil, elskaði, sædd, vird og hoyrd og ikki minst styrkja vit teirra sjálvsvirði og sjálvsálit.
Latið vera við at skelda barnið og blíva ótolin um barnið ikki vil gera skúlating, tá tað nú passar hjá tykkum foreldrum. Um tit blíva ov pressandi fyri barnið, so klárar barnið ikki at konsentrera seg um uppgávuna so tað lærir nakað. Barnið er ikki móttakiligt fyri læring beint tá, royn heldur um tú kanst flætta læringina inn í spælið og gerandisdagin hjá barninum.
Tað er umráðandi at hugsa um, at um eitt barn sum verður skeldað og tosað niður á heldur barnið ikki uppat at elska foreldrini, men tað barnið heldur uppat at elska seg sjálvan.
Tá hendan løgna tíðin er farin afturum bak, er tað heldur trivnaðurin og sálarheilsan hjá barninum sum hevur virði. Tað er minni týdningarmikið um barnið skal innheinta okkurt fakligt, tað er styttri tíð hjá barninum at innheinta okkurt fakligt enn tað er at innheinta tað sálarliga.
Um eina tíð, fara bæði vit vaksnu og børnini at minnast afturá hvussu tað kendist og føldist at vera heima í hesi løgnu tíðini. Ikki bara tað vit gjørdu ella ikki gjørdu. Tað er stemningurin heima hjá familjuni, sum hevur mest at týða og skapar tað góðu ella ringu kensluna, sum vit sita við aftaná.
Mín áheitan er, at vit føla og merkja stemningin heima hvønn dag. Tað eru vit vaksnu, sum hava ábyrgdina av, at tað skal kennast gott, hugnaligt og trygt heima. Vit vaksnu hava ábyrgdina av stemninginum og relatiónini heima. Børnini innrætta seg eftir okkum.
Eg hugsi eisini nógv um tær familjurnar, sum eru sperdar í hesari løgnu tíð vegna sjúku, sorg, hjúnaskilnaði, børn sum skiftast millum fleiri heim, hvar samskifti millum foreldrini ikki er gott, sálarsjúka, rúsevnismisbrúk, sóttarhald burtur frá familjuni v.m.
Tað er skjótt at einsemi tekur yvir, og barnið verður illa fyri sálarliga og kensluliga. Latið okkum sum eitt vælferðarsamfelag hugsa um hesar familjurnar og rætta eina hjálpandi hond. Foreldur vilja altíð tað besta fyri síni børn, tó eru tað ikki øll sum megna tað allatíðina. Tað er ringt at vera foreldur, ið manglar orku, og noyðist at gera okkurt sum tú ikki megnar í løtuni. Hetta tí at onnur ting skugga fyri. Latið okkum, sum hava orku og yvirskot, hjálpa til – við tryggari frástøðu sjálvandi.
Við hesum, verða Føroyar eitt betri stað fyri øll. Líka mikið hvørji vit eru og hvørjari familju vit koma frá.
Eg ynski okkum øllum eina góða sóttartíð.
Eru spurningar, ella hevur tú/tit brúk fyri hjálp, so havi eg ráðgeving, familju-og psykoterapi online í hesum koronatíðum. Ring 228826 ella skrivað mail á amea-69@hotmail.com ella á messanger.
Bestu ynskir
Anna Maria E. Jacobsen
Námsfrøðingur,
Dagstovnaleiðari, Familju-og psykoterapeut.
Facebook viðmerkingar