Corona: 140 smittaði og 47 frísk

Gongdin í Corona-hagtølunum í Føroyum seinastu dagarnir hevur verið rættiliga støðug. Nøkur fá hava dag um dag fingið Corona-smittuna, men samstundis eru tað eisini fleiri sum eru vorðin frísk.

Av somu orsøk hava tølini á teimum, sum eru smittaði, ligið støðug rundanum 85 fólk seinastu vikuna, skilt soleiðis, at talið av smittaðum veksur, men talið av frískum veksur eisini.

Í morgun boðar landslæknin frá, at tað nú eru 140 fólk, sum er smittaði við Corona-virus, tað vil siga at 8 fólk hava fingið smittuna seinasta døgnið. Samstundis eru tað 9, sum eru vorðin frísk, soleiðis at tað nú eru 47 fólk, sum eru frísk. Boðað verður eisini frá, at tey bæði, sum vóru innløgd á Landssjúkrahúsið vegna Corona-smittuna, eru útskrivaði.

Higartil eru 2.859 fólk kannaði fyri Corona-virus í Føroyum og svarar hetta til umleið 5,5% av øllum føroyingum eru kannaðir.

Facebook viðmerkingar